Magerita

  •  

Vælkomin

Margerita, SMS,
Postmoga 1385
100 Tórshavn

Tlf.+298318787

margerita@margerita.fo

Vælkomin á heimasíðuna hjá handlinum Margerita. Vit ynskja at hava hesa heimasíðu so at okkara kundar kunnu síggja eitt sindur av okkara vøruúrvali á internetinum. Vónandi fært tú sum vitjandi ein góðan túr á hesi síðu.


MARGERITA, klassisk klæðir til kvinnur

Í Margerita og Yasmin veita vit tað tænastu, at tú kanst fáa eina gjølla vegleiðing uppá umleið 2 tímar frá Anniku Johannesen fríggjadag frá kl. 13-19 restina av hesum árinum. Kostnaðurin er 250 kr. og tilmelding fer fram á tlf. 318787, mailadressu www.margerita.fo ella boðað frá inni í handlinum.

Yasmin selir eisini klæðir til kvinnur, bert onnur merkir enn Margerita. Í Yasmin hava vit merkini Part Two, Pulz, OPM, Créton, Ilse Jacobsen, Culture,  ZE ZE, Etui, Yrse, Mos Mosh og Phobia. Í Margerita hava vit merkini, By Malene Birger, PBO, Rutzou, Tusnelda Bloch, Summum, In Wear, Karen By Simonsen og Whiite.

Í Margerita og Yasmin fáa vit nýggj klæðir mest sum hvørja viku.

Í Margerita og Yasmin bjóða vit kundum til hugnakvøld við jøvnum millumbilum. Eisini eru t.d. bindiklubbar vælkomnir at vitja um kvøldarnar eftir nærri avtalu. Kom og hugni tykkum eitt kvøld í Margerita ella Yasmin, har tit hava handilin fyri tykkum sjálvar, saman við góðum starvsfólkum.

Tygum eru altíð vælkomin at støkka inn á gólvið hjá okkum. Her er hugnaligt at verða og vit starvsfólk eru altíð til reiðar at hjálpa tygum, nær tað skal verða. Meginparturin av teimum merkjum sum Margerita og Yasmin selur, fáast ikki í øðrum handlum í Føroyum. 

Tíðindabræv

Melda til Melda frá